Uttanlands

Korona var longu í Italia í desember

Bæði í Italia og Spania hevur mann kannað spillvatn, sum avdúkar, at virusið hevur verið har langt áðrenn fyrstu tilburðurnir vórðu staðfestir

Milano, Italia (Mynd: Visualhunt)

Milano, Italia (Mynd: Visualhunt)

2020-06-20 14:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrstu smittutilburðirnir í Italia vórðu staðfestir í februar, men nýggja koronavirusið var faktiskt longu at finna í tveimum italskum stórbýum í desember.

Tað vísir ein nýggj kanning, sum er gjørd av spillvatni. Kanningarúrslitið bendir á, at korona var í Italia samstundis sum fyrstu tilburðirnir vórðu staðfestir í Kina.

Leivdir av SARS-COV-2, sum er almenna heitið fyri virusið, vórðu funnir í spillvatni, sum varð savnað úr Milano og Torino síðst í desember – og í Bologna í januar.

Sambært DR, kann hendan kanningin vera við til at fáa ena fatan av, hvussu virusið breyt út í Italia. Eisini ger kanningin greitt, hvussu umráðandi tað er at kanna spillvatn, tá tað kemur til sporing av virusinum.

Sambært kinesiskum granskarum, verður hildið, at virusið stavar frá einum djóramarknaði í býnum Wuhan, men embætisfólk í Kina hava nú sagt, at tað møguliga ikki er heilt rætt. Eisini eru kanningar, sum benda á, at virusið kann hava verið í Kina áðrenn desember.

Ein nýggj kanning, sum er gjørd í Spania, vísir eisini, at leivdir av virusinum eru í spillvatni frá januar, meira enn 40 dagar áðrenn fyrsti tilburðurin varð staðfestur í Spania.

Síðan fyrsti smittutilburðurin varð staðfestur í Kina desember, eru næstan níggju milliónir tilburðir staðfestir um allan heimin. 

Sambært nýggjastu tølunum hjá worldometers.info eru 292.655 tilburðir staðfestir í Spania, og 238.011 staðfestir í Italia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder