
Sum við so mongum øðrum í hesum døgum so er hetta tiltakið avmarkað í mun til undanfarin ár. Vísindavøkan 2020 verður í Sjóvinnuhúsinum tann 6. november, men tað verður ikki við so nógvum áhoyrarum sum áður.
Heimasíðan gransking.fo skrivar, at í ár verður dentur lagdur á at hava nógvar, stuttar framløgur. Høvuðsevnið er korona, men eisini onnur evni verða viðgjørd. Framløgurnar, gott 20 í alt, verða í Kongshøll frá kl. 8.00 til kl. 15.00.
Talið av áhoyrarum verður avmarkað í mun til aktuellu koronustøðuna í november, og tí er neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar. Latið verður upp fyri tilmeldingum tann 23. oktober.
Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum. KVF tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár, boðar gransking.fo frá.
Dagurin endar við einum miðlafagnaði við snarrøðukapping og handan av heiðurslønum.
Øll skráin sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald