Koronafarsóttin hevur havt stóra ávirkar á bretsku tónleikavinnuna. Í 2020 misti vinnan ein triðing av arbeiðsplássunum orsakað av afturlatingum og forboði ímóti liveframførslum.
Tað framgongur í nýggjari frágreiðing frá felagnum UK Music.
– Seinastu 18 mánaðirnar hava verið óvanliga avbjóðandi fyri bretsku tónleikavinnuna, sum hevur mist milliardir. Men vit eru avgjørd um at hyggja frameftir og savna okkum um endurreising, sigur Jamie Njoku-Goodwin, stjóri fyri UK Music sambært Ritzau.
Í 2019 var talið á starvsfólkum í bretsku tónleikavinnuni 197.000. Árið eftir fór talið niður á 128.000, og sostatt misti vinnan uml. 69.000 arbeiðspláss.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald