Innanlands

Koronustøðan í Danmark er støðug

Túsund tilburðir vórðu staðfestir í gjár, men tað sum serliga verður hugt eftir, er kontakttalið. Talið fyri seinastu vikuna er júst eitt, so harvið er smittan hvørki minkandi ella í vøkstri. 60,5 prosent av íbúgvunum eru liðugt koppsettir - 85 fólk við koronu eru innløgd í Danmark

Heilsumálaráðharrin Magnus Heunicke, her á tíðindafundi í fjør saman við Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

Heilsumálaráðharrin Magnus Heunicke, her á tíðindafundi í fjør saman við Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

2021-08-10 19:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hvønn týsdag verður kontakttalið fyri farnu vikuna í Danmark kunngjørt. Heilsumálaráðharrin Magnus Heunicke leggur tað vanliga á Twitter við einari stuttari frágreiðing. Talið vísur, hvussu nógv ein smittaður persónur í miðal smittar onnum. Er talið undir eitt, so er farsóttin ikki í vøkstri, men tað er hon, um talið er omanfyri eitt. Tað var serliga meðan bretska B.1.1.7 frábrigdi gjørdi um seg á hávetri, at kontakttalið ofta  var høgt.

Talið fyri síðstu viku var 1,0. Hetta merkir, at ein smittaður í miðal smittar ein annan, og harvið at farsóttin  "stendur í stað". Tað boðar Heunicke frá í dag.

Heilsumálaráðharrin vísti til styrkina í mongu koppsetingunum og eggjar fólki til at "fáa sær prik skjótast gjørligt" 60,5 prosent av íbúgvunum í Danmark eru liðugt koppsettir.

85 fólk við koronu eru innløgd í Danmark. Smittutalið fyri farna samdøgrið er tað hægsta í tíggju dagar - 1.004. Tvey deyðsføll í samband við koronu eru srkásett, skrivar TV2.dk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder