Innanlands

Koronatilburður á Setrinum

Øll lesandi, sum ikki hava fingið onnur boð, skulu møta upp sum vanligt í dag, sigur leiðslan í fráboðan til næmingarnar eftir at eitt starvsfólk á Náttúruvísindadeildini á Setrinum hevur fingið staðfest korona

(Mynd: Setur.fo)

(Mynd: Setur.fo)

2021-05-21 07:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt starvsfólk á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya hevur fingið staðfest covid-19. Tað stendur í fráboðan frá rektaranum Chik Collins, sum er send næmingum.

Longu nú eru neyðug tiltøk sett í verk, og øll lesandi, sum ikki longu hava fingið onnur boð, verða biðin um at møta sum vanligt til undirvísing í dag.

- Leiðslan á Setrinum hevur í kvøld (í gjárkvøldið, red.) umrøtt støðuna við Landslæknan, og vit hava longu sett neyðug tiltøk í verk, skrivar Chik Collins í fráboðanini.

- Vit vilja kunna tykkum um støðuna, so tit kunnu kenna tykkum trygg á Setrinum. Hetta er ein áminning til okkum øll um framhaldandi at vera varin, sigur rektarin.

Almennu tølini hava enn ikki hendan nýggja tilburðin við. Seinasti tilburðurin varð staðfestur 14. mai, og í løtuni eru bara tvey fólk staðfest positiv við covid-19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder