Í India hava tey í dag staðfest methøg koronatøl, annan dagin á rað. Tað upplýsa indisku heilsumyndugleikarnir fyri Reuters tíðindastovuni.
Fyri fyrstu ferð síðan farsóttin byrjaði hava indisku heilsumyndugleikarnir staðfest yvir 55.000 nýggj smittað í eitt samdøgur.
Í gjár varð met eisini sett, tá 50.000 vórðu smittað.
Tilsamans eru 1,64 milliónir fólk í India, sum hava fingið staðfest korona.
Seinasta samdøgrið doyðu 779 fólk við koronavirus. Almenna talið av koronadeyðum í India er nú 35.747, skrivar Ritzau.
Samstundis sum talið av smittaðum er vaksandi, roynir indiska stjórnin nú at slaka koronakrøvini í eini roynd at bjarga indiska búskapinum.
Í vikuni hevur verið arbeitt við at geva joga- og venjingarstøðum møguleika fyri at lata uppaftur. Eisini er ætlanin at avtaka bannið móti at ferðast millum landslutirnar í landinum. Tað hevur verið galdandi fyri bæði fólk og góðs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald