Innanlands

Koronukanning krevst framvegis til ymisk sjúkraørindi

Hetta er serliga galdandi fyri tey, ið skulu til Danmarkar í sjúkraørindum, har tað framvegis er krav um eina negativa PCR-kanning ymsastaðni. Er sjúklingurin innlagdur á sjúkrahúsi í Føroyum, so skipar deildin fyri, at sjúklingurin og avvarðandi verða kannaði

2022-03-03 14:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Føroyum eru allar koronuavmarkingar tiknar av, og tað eru tær sum so eisini í Danmark.

Tað er tó fleiri deildir, sjúkrahús og sjúklingahotel í Danmark sum framvegis krevja, at ein hevur eina negativa PCR-kanning fyri at verða innskrivaður. Kanningin skal so vítt møguligt ikki vera eldri enn 48 tímar gomul.

Hesum boðar Sjúkrahúsverkið frá í kunningarskrivi í dag, tí tað er umráðandi fyri føroyskir sjúklingar og fylgjarar, ið  skulu til Danmarkar.

- Er sjúklingurin innlagdur á sjúkrahúsi í Føroyum, so skipar deildin fyri, at sjúklingurin og avvarðandi verða kannaði. Tey, sum hava havt koronu seinastu 60 dagarnar, skulu ikki kanna seg. Orsøkin er, at kanningin kann verða positiv í fleiri vikur eftir, at tey hava havt smittuna.

Sjúkrahúsverkið boðar samstundis frá, at um sjúklingurin ikki er innlagdur á sjúkrahúsi, so er mannagongdin tann, at ein letur seg kanna fyri koronu gerandisdagar kl. 08.00 á einum av teimum trimum sjúkrahúsunum. Tað er ikki neyðugt, at bíleggja sær tíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder