2020-10-30 11:52

Bíleggingarksipanin til koronakanningar hevur nú verið galdandi í Havn og í Klaksvík í eina tíð, og frá í dag skulu tey, ið ynskja at lata seg kanna á Tvøroyri, eisini bíleggja sær eina tíð, skrivar corona.fo.
Tá mann bíleggur tíð, velur mann kanningarstað og eitt tøkt tíðspunkt í upplatingartíðini. Mint verður á at hava bíleggingarkvittanina við sær.
Kanningar kunnu bílaggjast her. Um mann hevur trupulleikar, ber tó eisini til at ringja á 304545 og bíleggja.
Kannað verður á Tvøroyri við Trongisvágs skúla mánadag og mikudag millum klokkan 8 og 10 og fríggjadag millum klokkan 9 og 12.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald