
Hetta vikuskiftið verða koronukanningar í høvuðsstaðnum ikki á Eystaru bryggju sum vant. Leygardag og sunnudag verður í staðin koronukannað í samkomuhøllini hjá Sjúkrahúsverkinum á Eirargarði. Hetta eru somu høli, sum verða nýtt til koronukoppsetingina.
Orsøkin til flytingina er illveðrið sum væntast um vikuskiftið, og tá er neyðugt at koronukanningarnar eru innandurða, skrivar Sjúkrahúsverkið í fráboðan.
– Skalt tú kannast, skalt tú bíleggja tíð á korona.fo og møta stundisliga til ásettu tíð. Tú skalt úr bilinum og inn í samkomuhøllina, har kanningin fer fram. Gev gætur, at tað er krav at nýta munnbind í hølunum, og almennu tilmælini eru galdandi.
– Ivast tú í onkrum ber til at skriva til koronuráðgevingina á [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald