2021-11-23 20:21

Tað verður á gamla studentaskúlanum í Hoydølum, at fólk framyvir fara at verða kannað fyri koronu.
Hetta upplýsir Selma Herup, starvsfólkaleiðari á Landssjúkrahúsinum, fyri útvarpinum í kvøld.
Á Eystaru bryggu hevur borið til at verið kannaður meðan ein situr í bilinum, men hesin møguleikin verður ikki framyvir, tá kannað verður í Hoydølum.
Orsøkin er vánaliga veðrið í vetur, og í fleiri førum hevur tað ikki verið serliga tespiligt hjá potarunum at standa úti í fleiri tímar.
Potingarnar verða sostatt ikki longur órógvaðar av virkseminum á farstøðini, og opið verður tí heilt frá klokkan 17 seinnapartin og nakað út á kvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald