
Sjúkrahúsverkið hevur gjørt út ímóti 7.000 kanningar fyri koronu um jólini, og framvegis er gravgangurin stórur. Tí verður aftur kannað fyri koronu á Eystaru bryggju í dag, sunnudagin, frá 15.30 til 17.30.
Sjúkrahúsverkið skuldi eftir ætlan ikki hava opið fyri kanningum í dag, men nú verða upplatingartíðirnar tillagaðar.
Í gjár, annan jóladag, vóru nógv og lótu seg kanna á Eystaru bryggju í Havn og onkur slapp ikki framat, sum annars hevði ætlað sær at lata seg kanna, skrivar Sjúkrahúsverkið í fráboðan.
Tey, sum ynskja at lata seg kanna á Eystaru Bryggju í dag, kunnu bíleggja sær tíð á corona.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald