2021-11-02 14:39

Tað er stórur eftirspurningur eftir at lata seg kanna fyri koronu, og sunnudagin 31. oktober vórðu knapt 3.000 fólk og kannaðu seg fyri koronu á Eystaru bryggju.
Hetta skrivar Landssjúkrahúsið seinnapartin, nú boðað verður frá at koronukanningarnar í Havn fyribils er fluttar í Skúlan á Argjahamri.
Hetta verður í fyrstu syftu restina av vikuni. Hetta ber til, tí at skúlin er stondur hesa vikuna orsakað av nógvum koronutilburðum og stórum smittuvanda, og orsøkin til nýggja kanningarstaðið er, at á Argjum ber til at kanna enn fleiri fólk enn á Eystara bryggju

- Gev gætur, at fólk skulu úr bilinum og inn í skúlan, tá tey skulu kannast. Fyribils verða koronukanningarnar á Skúlanum á Argjahamri til og við sunnudagin 7. november.
Talið av koronutilburðum í Suðurstreymoy er vaksandi. Kannað verður á Argjum í kvøld frá klokkan 16.45 heilt til klokkan 23 í kvøld.

Dagført 15.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald