Á einum tíðindafundi í Fíggjarmálaráðnum fyrrapartin avdúkaðu Morten Bødskov og aðrir, at tað nú verður arbeitt við at gera eina skipan við einum talgildum koronupassið. Fíggjarmálaráðharrin greiddi frá, at hetta serstaka passið skal nýtast til at fáa vinnulívið meira á glið aftur - serliga í mun til at ferðast.
Ætlanin er, at fólk ið hava tørv á at ferðast í arbeiðsørindum kunnu vísa hetta passið fram, sum prógv fyri at tey eru koppsett fyri COVID-19. Tað verður á telefonini hjá hvørjum einstøkum, men nú skal greiða fáast á, júst hvussu tað fer at hanga saman. Fyrsta útgávan verður helst til reiðar seint í hesum mánaðinum, men tað ganga helst tríggir-fýra mánaðir, áðrenn skipanin fer at koyra heilt sum ætlað.
Danmark verður helst eitt av fyrstu londunum í heiminum, ið setur eina slíka skipan í verk, og hetta skal verða ein eyka trygd í tilgongdini at lata Danmark upp aftur.
Hetta hevur verið eitt ynski í eina tíð frá vinnulívinum, millum annað tí so nógv starvsfólk hava tørv á at ferðast. Við talgildu skipanin kann tað gerast á ein tryggan hátt varð ført fram.
Koronupassið kann eisini fáa stóran týdning fyri mentanarlívið. Bæði fyri tónleikarar og onnur, ið skulu ferðast kring heimin í konsertørindum og øðrum, men eisini fyri tey sum reka matstovur og skulu skipa fyri til dømis festivalum og øðrum stórum tiltøkum í Danmark. Tað fer at bera til at hava opið og at hava tiltøk, har fólk við koronupassið kunnu koma.
Í talgilda passinum fer at verða upplýst millum annað, nær ein er vorðin koppsettur fyri koronu. Aðrar upplýsingar, sum til dømis um ein hevur andevni fyri koronu (hevur verið smittaður), koma seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald