Innanlands

Koronutilmælini eru løgfrøðiligir trupulleikar

Búskapar- og løgfrøðingafelagið finst at landsstýrinum fyri ikki at vilja kreppustýra við lóggávu

2021-11-15 14:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

“Inntriv verða ikki meira inntrívandi fyri tann einstaka av, at tey hava heimild í lóg. Eitt møguligt “tilmæli” um, at tað ikki skulu verða fleiri enn 10 fólk, sum savnast (stig 3, reytt), verður sostatt ikki meira inntrívandi, um løgtingið hevur havt høvi til at taka støðu til, um landsstýrið skal sleppa at avmarka grundleggjandi rættin at savnast, tá heilsumyndugleikarnir meta, at smittutrýstið er serliga stórt. Tvørturímóti gevur hetta fólkavalda løgtinginum og almenninginum møguleika at taka støðu og kjakast um, hvar markið eigur at ganga og hvussu atlitini skulu vigast. Harumframt gevur hetta eisini dómstólunum møguleika at royna, um avgerðir og møgulig inntriv eru lóglig. Hetta hevði betra um rættarstøðuna hjá øllum borgarum.“

Soleiðis ljóðar niðurstøðan og “tilmælið” til landsstýrið í eini viðmerking, sum løgfrøðingarnir Katrin Thorsvig Hansen og Elisabeth F. Rasmussen, hava almannakunngjørt. Tær báðar eru ávikavis næstforkvinna og forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

Tær vísa í frágreiðingini á, at tað er ein løgfrøðiligur trupulleiki, at landsstýrið hevur valt at stýra koronakreppuna uttan at lóggeva á økinum.

Tær vísa á, at tað ikki er ein leistur í einum rættarsamfelag at brúka á einum øki, tá tað er av so stórum týdningi at fáa fólk at akta.

Ein trupulleiki er, at tríbýtta valdið verður brotið, tí løgtingið ikki hevur møguleika at hava eftirlit – parlamentariskt kontroll – við tí, sum landsstýrið ger.

Og rættarskipanin verður eisini sett úr gildi, tá tilmælini ikki byggja á lóggávu.

Løgfrøðingarnir undra seg eisini yvir, at landsstýrið brúkar orðingar sum “tilmælini koma í gildi á midnátt”, tá hugtakið ‘gildikoma’ vanliga verður brúkt í sambandi við lóggávu.

Alt skrivið hjá teimum báðum, Katrin Thorsvig Hansen og Elisabeth F. Rasmussen kunnu lesast á lesarin.fo:

Kreppustýring við tilmælum - hvørjar avleiðingar fær tað fyri rættarsamfelagið? 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder