Í Italia eru ætlanir um at seta neyðrættarstøðuna og flestu koronutiltøkini úr gildi 31. mars, upplýsir italska stjórnin.
Hetta merkir m.a., at sonevnda grøna passið, sum íbúgvar hava skulað víst fyri at prógva, at tey eru koppsett, staðfest negativ ella kortsíðani hava verið smittað við koronu, ikki longur verður krav á eitt nú gistingarhúsum, handlum og í almennu ferðsluni.
Savningarmarkið fer eisini úr gildi, og sostatt sleppa fleiri fólk inn á í eitt nú sjónleikarhús, biografar, listasøvn og til ítrótta- og mentanartiltøk – eins og áðrenn koronakreppuna.
Fram til 1. mai verður koppsetingarpassið tó framvegis galdandi á matstovum, ítróttavøllum, dansistøðum og til innandura mentanartiltøk. 1. mai fer passið heilt úr gildi, skrivar Ritzau.
Sóttarhaldsreglurnar í Italia verða eisini linkaðar. Framyvir skulu bert tey, sum eru smittað í sóttarhald. Nærkontaktir hjá smittaðum skulu ikki í sóttarhald – hetta verður galdandi fyri bæði koppsett og ókoppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald