Innanlands

Koronutølini á veg niðureftir

64 tilburðir vórðu staðfestir í beint undir 3.000 kanningum í gjár, men samlaða smittutalið er minkað við 50, í mun til í gjár - tað eru framvegis sjey fólk, sum eru innløgd við koronu

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-12-14 17:10 Author image
Agnar Prestá

Í gjár, mánadagin 14. desember, vórðu 64 nýggir tilburðir staðfestir. 2955 kanningar vórðu gjørdar. Hetta vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Positivprosentið er 2,16, ið er líknandi tí, sum tað sum hevur verið seinastu tíðina. 

Nógv, sum hava verið smittað, standa nú ikki skrásett sum tað longur. Í løtuni eru 424 smittað, og tað eru framvegis sjey, sum eru innløgd við koronu í Føroyum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald