
Eins og í kanningum leygardagin, vórðu átta koronutilburðir staðfestir í kanningum í gjár. Talan var tó um væl fleiri kanningar - 2.191 í mun til 1.548 leygardagin. Átta tilburður í 2.191 kanningum gevur eitt positivprosent á bert 0,36.
Samanlagt eru nú yvir 350.000 koronukanningar gjørdar í Føroyum uppá beint undir 17 mánaðir.
99 fólk eru smittað við koronu í løtuni. 21 eru staðfest frísk, síðani úrslitini fyri leygardagin vórðu kunngjørd.
Tamarhald tykist eisini vera á smittuketunum:
- Ein persónur fekk staðfest smittuna við komu til Føroyar og ein eftir endurkanning dagin eftir komu. Fýra vórðu staðfest positiv við fjórða dags kanning eftir komu og tey síðstu tvey eru smittað í Føroyum av kendum smittukeldum, skrivar corona.fo.
Eingin er innlagdur í samband við koronusmittu.
Sí fleiri hagtøl her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald