2021-11-18 16:17

Seinastu vikuna hava koronutølini sveiggjað nógv. Sunnudagin vóru bara 27 tilburðir, men dagin eftir vóru heilir 51 tilburðir. Týsdagin vóru 28 tilburðir og í dag er talið uppi á 45 tilburðum.
Talið á aktivum tilburðum gerst altsamt lægri, og er nú komið niður á 407. Hetta er 29 færri enn í gjár.
Tí samstundis sum 45 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár, vóru eisini 74 staðfest frísk aftur eftir at hava havt smittuna.
Hægsta talið, vit hava havt síðani covid-19 byrjaði, var 3. november, tá 773 aktivir tilburðir vóru.
Sjey fólk eru innløgd á Sjúkrahúsverkinum við koronu og 359 eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald