Innanlands

Koronutølini tikin av Portalinum

Í tvey ár hava tey ligið ovast, dagsins koronutøl. Men í dag eru tey tikin av Portalinum, og verða ikki longur fastur partur av tíðindaflutninginum

Soleiðis hevur tað sæð út í næstan tvey ár (Skíggjamynd av Portalinum)

Soleiðis hevur tað sæð út í næstan tvey ár (Skíggjamynd av Portalinum)

2022-02-28 16:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya fólk vendir nú aftur til ein vanligan gerandisdag, har korona ikki fyllir alt. Seinastu tilmælini eru tikin av frá í dag av, og tí verða koronutølini heldur ikki partur av fasta tíðindaflutninginum framyvir.

Vit hava í næstan tvey ár dagført koronutøl og gjørt grafar og annað upp á dagligu tølini, men hetta steðgar nú. Teigurin við tølunum, sum hevur ligið ovarliga á Portalinum, og sum allir føroyingar uttan iva hava sæð, er nú tikin burtur.

Fyrsti koronutilburðurin varð staðfestur 3. mars í 2020. Og nú vit hava 28. februar eru 34.237 tilburðir staðfestir í Føroyum. Tað er 53 prosent av føroyingum.

Flest tilburðir vórðu staðfestir av koronu tann 7. februar 2022 tá 1265 pcr-testir vístu positivt úrslit.

Tann dagurin tá flest pcr-kanningar vórðu gjørdar, var 17. januar 2022 tá 5208 fólk vórðu potað. Tilsamans eru 777.845 kanningar gjørdar.

Størsta tal á positivum samstundis er 4972 og tað var 4. februar 2022.

Síðan við hagtølum verður verandi tøk. Hon sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder