Kórstevnur hava verið hildnar kring landið síðani 1966. Tað hava tó ikki verið stevna hvørt ár, hendan stevnan er sostætt nr 44 í røðini. Tað er kórið í Eysturkommunu, Eystanljóð, sum saman við Kórsambandi Føroya, sum skipa fyri stevnuni.
Ofta hevur verið leitað út um landoddarnar at finna kórleiðara at leiða stóra felagskórið. Í ár verður tað íslendski kórleiðarin Magnús Ragnarsson, sum kemur at leiða felagskórið. Magnús er kórleiðari í kendu Langholstkirkjuni í Reykjavík. Hann avloysti tann, í Føroyum, so kenda Jón Steffansson í somu kirkju. Hann hevur útbúgvin úr Íslandi og av kirkjumusikkskúlanum í Gøteborg. Eisini hevur hann lært kórleiðslu á lærda háskúlanum í Uppsala. Hann dirigerar balettir og kamaropra, hevur stjórna Lutoslawski Filharmoniska Orkestrinum í Póland og hevur arbeitt saman við íslendska symfoniorkestrinum. Magnus er eisini tónaskald og leggur tónleik til rættis fyri kór.
Síðani 2015 hevur konsertin við kórunum eisini verið skipað sum kapping. Soleiðis verður eisini í ár. Kórini fáa í mesta lagi 7 minuttir í part at sannføra dómararnar um, at tey eru tey bestu í Føroyum. 1.,2, og 3. virðisløn verður latin. Dómarar í ár eru: Magnús Ragnarsson, høvuðsdómari, Tróndur Bogason og Heiðrun Petersen. Eisini kunnu tey, sum eru á konsert, atkvøða fyri besta kórinum til áhoyraravirðislønina.
Konsertin byrjar kl 16.00 og atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo ella við dyrnar.
Kórini framføra í hesari raðfylgju: Felagskórið, Eystanljóð, Klaksvíkar manskór, Tarira, Stranda sangkór, Havnarkórið, Tórshavnar kamarkór, Glymur, Xperiment, Kirkjukórið Ljómur, Gøtu kirkju ungdómskór, Fljóðljóð, Morgunkórið, Tórshavnar manskór, Silvitni, Miðnámskórið á Kambsdali, Fuglafjarðar sangkór og Vestmanna sangkór.
Meir fæst at vita um stevnuna á www.kor.fo og eisini leinkja til stroyming verður at finna.
Kórsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald