Uttanlands

Kostar at hava pengar á bók

Jyske Bank hevur, sum fyrsti peningastovnur í Danmark, sett negativa rentu á pengar standandi á bók

(Mynd: visualhunt.com)

(Mynd: visualhunt.com)

2019-08-20 08:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sum fyrsti peningastovnurin í Danmark, hevur Jyske Bank nú lagt negativa rentu á pengar, sum kundar hava standandi í bankanum.

Í fyrstu atløgu er talan um bankakundar, sum hava meira enn 7,5 milliónir krónur á bók, ið verða raktir.

Tað vil siga, at tað kostar hesum kundum at hava pengar standandi í bankanum.

Kundarnir fáa sostatt null prosent í rentu fyri tær fyrstu 7,5 milliónirnar tey hava innistandandi, meðan upphæddin oman fyri 7,5 milliónir fáa eina negativa rentu á 0,6 prosent, um annað ikki er avtalað.

Stjórin í Jyske Bank, Anders Dam, sigur sambært TV2 Business, at rentugondin hevur ført við sær, at tað kostar bankanum pengar um kundar bara hava pengar sínar standandi á kontu. Hann roknar eisini við, at henda støða fer at halda sær í fleiri ár framyvir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder