
Í gjár varð ein dagførd tíðarætlan fyri koppseting í Føroyum kunngjørd. Heldur hendan ætlanin er komið á mál at koppseta øll tey í serligum vandabólkum og landsins elstu borgarar, tá mars mánaði er runnin.
Les meira: Tíðaraætlan fyri koppseting gjørd
Tað veldst tó um, hvussu veitingin av vaksinu verður, og hetta avhongur serliga av, hvat hendir í Danmark.
Tað er danska stjórnin, sum rindar fyri alla koronukoppseting, sum alt danska ríkið fær. Hetta hevur danska Heilsumálaráðið upplýst fyri Kringvarpinum.
Áðrenn ársskiftið vóru boðini annars, at Føroyar sjálvar skulu gjalda fyri alt koppingarevni, sum kom til landið. Føroyar og Grønland rinda fyri flutningsútreiðslurnar og kostnaðin av at koppseta fólk, men sjálvar skamtrinar gjalda danir fyri
Her er talan um eitt undantak, tí vanliga rinda Føroyar og Grønland sjálvi fyri sín heilivág og koppingarevni.
Koppingarevnið til allar føroyingar verður mett at kosta umleið sjey milliónir krónur, og Føroyar og Grønland fáa sín lutfalsliga part av koronaí mun til fólkatalið í londunum, skrivar Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald