Ferðslan á landsvegnum millum Skála og Skálafjørð er nú latin uppaftur eftir oljudálkingina, sum varð staðfest á einum strekki millum Skála og Gøtu fyrr í dag.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at átaksleiðarin á Skála hevur kanna strekkið á vestara armi av Skálafjørðinum, og hevur staðfest, at koyrandi er nú millum Skála og Skálafjørð.
Men arbeitt verður framvegis við at reinsa vegin úr Skálafirði út á Skipaneskrossin og víðari niðan um Gøtueiðið til innkoyringina til Syðrugøtu, har stongt er fyri allari ferðslu.
Vaktleiðarin væntar tó, at latið verður upp fyri aðrari vegabreytini, so tað verður koyrandi í norðurrætningi frá Skipaneskrossinum og til Syðrugøtu innan fyri ein tíma.
Enn er tó ómøguligt at siga nær koyrandi alt vegastrekkið verður latið upp aftur fyri ferðslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald