2019-10-03 17:09
Arbeiði við at gera nýggja brúgv um Fossá í Vestmanna og rætta Ovara Veg út er nú um at vera liðugt.
Heimasíðan hjá Vestmanna kommunu boðar frá, at eftir ætlan verður koyrandi aftur eftir Ovara Vegi frá týsdegnum at rokna.
Tað síðsta arbeiðið við brúnna um Fossá er í gongd nú. Autoverjan verður sett upp og seinasta strekkið verður asfalterað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald