Innanlands

Koyrdi 115 kilometrar um tíman

Ungur bilførari misti rættin at koyra bil fyribils

2021-12-14 10:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein ungur bilførari misti í gjár rættin til at koyra bil fyribils.

Viðkomandi varð avdúkaður at koyra minst 115 kilometrar um tíman. Hetta hendi í Eysturoynni.

Sambært valtleiðaranum á politistøðini var talan um ein ungan bilførara, sum nýliga hevur fingið koyrikortið.

Í slíkum førum verður givið koyriforboð og eina treytaða frádøming av rættinum at koyra bil. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder