2025-01-23 07:57

Ein bilførari hevði skund tá hann í morgun klokkan 06.20 skuldi gjøgnum Norðoyatunnlinin.
Tíverri fyri viðkomandi var løgreglan til staðar við lasaratólinum, og ferðin á bilin varð máld til 115 kilometrar um tímam. Tað gevur treytað frádøming av koyrikortinum.
Fleiri kanningar vórðu gjørdar í ferðsluni í gjár uttan at tað førdi til nakra sak. Men eitt átak uttan fyri ein skúla í Havn í gjáramorgunin gav fýra klipp í koyrikortið til bilførarar, sum ikki høvdu børn síni í rættari trygdarútgerð í bilinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald