Seinasta samdøgrið hevur løgreglan aftur verið úti og kannað ferðsluna kring landið, og sum heild hevur verið gott skil á, men tó vórðu trý mál skrivað, verður upplýst av løgreglustøðini.
Ein bilførari bleiv tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka í Miðvági fyrrapartin í gjár, og tveir vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt í Norðoyatunlinum.
Tað var beint eftir midnátt, at løgreglan gjørdi ferðmátingar í tunlinum, og har bleiv ein tikin fyri at koyra 105 kilometrar um tíman, og tað gav eitt klipp. Ein annar koyrdi 124 kilometrar um tíman. Tað var ein bilførari, sum bert hevði havt koyrikort í tvey ár. Hann fær tí koyriforboð og má upp til nýggja koyriroynd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald