Innanlands

Koyrdi 127 kilometrar um tíman

Bilførarin hevði havt koyrikort í styttri enn trý ár, og tí fær hann koyriforboð

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-15 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt á Velbastaðvegnum í Havn.

Hetta var á einum strekki, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman, men ferðin hjá hesum bilføraranum var heilar 127 kilometrar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Slíkt gevur vanliga eina treytaða frádøming av koyrikortinum, men talan var um ein ungan bilførara, sum hevði havt koyrikort í styttri enn trý ár, og tí fær hann koyriforboð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder