Løgreglan hevði fleiri mál um ferðslu í gjár, hósdagin 22. oktober.
Sambært vakthavandi fingu fimm fólk klipp og bót fyri at halda í telefonini, meðan tey koyrdu. Trý av hesum vóru í høvuðsstaðarøkinum, meðan tvey vóru í Eysturoynni.
Ein sætti persónur varð tikin fyri at traðka og hart á spitarana - og her bar av.
Talan var um bilførara, sum varð máldur til at koyra 151 km/t á vegnum millum Fuglafjørð og Gøtudal.
Fyri slíkt fær ein ikki bert bót og eitt klipp: Koyrikortið varð tikið treytaleyst - á staðnum.
Harvið skal viðkomandi til nýggja roynd og so framvegis.
Eitt lítið ferðsluhóhapp hendi í Hoyvík hósdagin. Talan var um ein bil ið rullaði á ein annan bil. Eingin stórsvegis skaði var tó vegna hendingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald