Avstralski tjóðartingslimurin, Helen Haines, var fyrr í dag álopin nærhendis skrivstovu sína í býnum Wangaratta í statinum Victoria. Tað upplýsir Anthony Albanese, forsætisráðharri, sambært Reuters.
Ein 43 ára gamal maður er varðhaldsfongslaður í málinum, upplýsir avstralska løgreglan.
Helen Haines var rakt av einum hvítum Toyota Land Cruiser, og tað vóru fólk, sum sóu tilburðin, sum hildu bilføraranum aftur.
Løgreglan í Victoria upplýsir, at Helen Haines varð flutt á sjúkrahús við “álvarsligum skaðum”.
Forsætisráðharrin upplýsir, at løgreglukanning av málinum nú er í gongd, men vil tó einki siga um, hvørt talan var um eina tilvitaða ætlan at gera skaða á politikaran.
Men okkurt kundi bent á tað, hevur miðilin ABC endurgivið hann fyri.
Haines er leysgangari í avstralska tjóðartinginum. Wangaratta liggur umleið tríggjar tímar í bili frá stórbýnum Melbourn í landssynningspartinum av Avstralia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald