Stutt eftir midnátt jóladag fekk Metropolitan Police í London fráboðan um eina hending á Shaftesbury Avenue.
Talan er um ein langan veg mitt í enska høvuðsstaðnum, sum gongur frá Piccadilly Circus til Shaftesbury Theatre. Har eru oftast nógv fólk, og í nátt vórðu fýra fólk rakt av einum bili har.
Tað var ikki, tí at tey gingu á vegnum. Talan var um ein bilførara, ið valdi at koyra upp á gonguteigin.
Hettta hevur helst verið í stórari sinnisrørslu, upplýsir Metropolitan Police seinnapartin. Varapolitiovastin Stuart Cundy sigur við tíðindastovur, at tað ikki verður mett, at talan er um yvirgang.
- Tann mistonkti var sum skilst í einum skeldaríi á einum náttklubba nærhendis, áðrenn hann setti seg í bilin og koyrdi uppá gonguteigin.
Stuart Cundy sigur eisini, at løgreglan var skjót á staðnum og handtók mannin, meðan hann koyrdi á skeivari síðu á vegnum. Viðkomandi er nú skuldsettur fyri drápsroynd.
Tey fýra fólkini, sum bilurin rakti, vórðu øll flutt á sjúkrahús. Støðan hjá tí eina verður framvegis mett at vera hættislig (critical).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald