Minst 14 fólk fingu skaða, tá ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu á eini bussstøð í Jerusalem í Ísrael í nátt.
Tað upplýsir ísraelska bjargingartænastan, sambært Reuters.
Illgruni er um, at bilførarin gjørdi tað við vilja.
Tey særdu eru 12 ísraelsk herfólk og tvey sivil, boðar herurin í Ísrael frá.
Bjargingartænastan sigur, at støðan hjá einum 20 ára gomlum er álvarslig eftir hendingina, sum fór fram á David Remez Street umleið klokkan trý korter til tvey í nátt, lokala tíð.
Busstøðjn liggur nærhendis The First Station, ið er eitt væl dámdur býarpartur við nógvum matstovum, handlum og undirhaldi.
Sambært løgregluni flýddi bilførarin frá staðnum eftir at hava rent á fólkini. Løgreglan roynir nú at finna bilin og bilføraran.
Løgreglan upplýsti í morgun fyri AFP, at málið verður kannað sum eitt ”yvirgangsálop”, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald