Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt. Tó hevur løgreglan skrásett tvey ferðsluóhapp.
Í gjárkvøldið, stutt fyri klokkan 22, koyrdi ein bilur út av á Fuglafjarðarvegnum. Eingin fólkaskaði var, men bilurin fekk skaða.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn var bilførarin edrúur, og var tað ósketni, sum var orsøkin til óhappið.
Tíðliga í morgun, stutt fyri klokkan hálvgum sjey, koyrdi ein bilur, sum var á veg á flogvøllin, á ein seyð í Kollafjarðardali.
Fráboðanir um árendan seyð er gerandiskostur hjá løgregluni, men tað serliga í hesum førinum var, at stoytkoddin varð útloystur, so bilurin fekk ikki koyrt av staðnum. Hann verður fluttur seinni í dag, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald