2025-01-19 10:37
Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt hjá løgregluni. Løgreglan hevur verið úti og kannað ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri ymisk lógarbrot í nátt.
Ein bilførari í Havn varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, og ein varð tikin fyri at koyra ímóti ferðsluni. Á Sandi varð ein bilførari eisini tikin fyri at koyra uttan førararætt. Talan var um ein bilførara, sum hevði mist koyrikortið.
Leygardagin hevði løgreglan eisini fleiri málrættað átøk, har nógvir bilar vórðu steðgaðir kring landið, men tá varð einki mál skrivað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald