2025-01-28 07:53
Løgreglan tók stutt eftir midnátt ein ungan bilførara tí illgruni var um, at viðkomandi var ávirkaður av rúsevnum.
Bilførarin, sum varð tikin í Leirvík, varð koyrdur á Klaksvíkar sjúkrahús har blóðroynd varð tikin. Talan var um ungan mann, sigur løgreglan, og hann verður skuldsettur fyri rúsevnakoyring, men so verður hann eisini skuldsettur fyri at koyra uttan at hava førararætt.
Maðurin hevur sum mist koyrikortið, og ikki tikið koyrkortið aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald