Í gjárkvøldið millum klokkan 19 og 21 gjørdi løgreglan ferðmátingar í Klaksvík.
Hetta var í einum øki, har hámarksferðin var 40 km/t, og har vórðu nakrir bilføarar, ið koyrdu munandi skjótari, enn loyvt var.
M.a. fekk ein klipp fyri at koyra 60 km/t, og tveir fingu treytaða frádøming fyri at koyra ávikavist 65 og 66 km/t.
Í nátt varð ein bilførari í norðurøkinum eisini tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Viðkomandi hevði eisini eina lítla nøgd av hassjmixi uppiá sær og ymiska útgerð at roykja við.
Onnur fólk vóru eisini í bilinum, og ein teirra hevði eisini eina lítla nøgd av rúsevnum uppiá sær, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald