2024-03-02 11:43
Seinasta náttin hevur sum heild verið friðarlig, hóast fitt av fólki hevur verið í býnum.
Har hava tó verið støður, har løgreglan hevur verið noydd at skilja fólk at, umframt at løgreglan hevur koyrt onkur full fólk heim, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Ein bilførari á Sandi varð eisini tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum nakað eftir klokkan tvey í nátt.
Viðkomandi, sum varð steðgaður í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni, hevði eisini eina lítla nøgd av rúsevnum í bilinum, verður upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald