2024-03-30 09:47
Løgreglan hevur í nátt tikið ein bilførara fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.
Løgreglan steðgaði fleiri bilum í høvuðsstaðnum og í Eysturoynni fyri at kanna, um førarin koyrdi ávirkaður, men hjá teimum flestu var alt í lagi.
Tó varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Hetta var í Eysturoynni klokkan hálvgum fýra. Hann bleiv handtikin og skuldsettur, og blóðroynd er tikin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í Eysturoynni gjørdi løgreglan eisini ferðmátingar í bygdum øki, og har vóru eini 15 bilar kannaðir, men eingin koyrdi skjótari, enn loyvt var.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald