2024-05-18 10:37
Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt, sigur løgreglan.
Løgreglan hevur verið úti og kannað ferðsluna kring landið, men sum heild hevur verið gott skil á, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Ein bilførari, sum varð steðgaður í Eysturoynni í gjár, er tó skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.
Í morgun kom eisini ein fráboðan um grind millum Vágar og Leynar, men tá fólk fóru at leita, varð eingin grind funnin, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald