Innanlands

Koyrdi ávirkaður av rúsevnum

Í bilinum varð eisini funnið hassj og útgerð at roykja við, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-21 10:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð ein bilførari skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.

Viðkomandi varð steðgaður í Havn klokkan hálvgum átta í gjárkvøldið. Í bilinum var eisini eitt sindur av hassji til egna nýtslu og útgerð at roykja hassj við, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Sambært vaktleiðaranum er tað seinastu tíðina vorðið meira vanligt, at bilførarar, sum verða tiknir fyri at koyra ávirkaðir, eru ávirkaðir av øðrum enn rúsdrekka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder