Innanlands

Koyrdi ávirkaður av rúsevnum í nátt

Slíkt verður revsað við frádøming av førararættinum

2024-04-23 10:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan tók í nátt ein bilførara, undir illgruna fyri at vera ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka. Bilførarin varð handtikin og blóðroynd varð tikin.

Tá tað ræður um rúsevni av øðrum slag enn rúsdrekka er sokallað null-toleranca. Vísir tað seg, at viðkomandi hevur koyrt við rúsandi evnum í blóðinum, missir viðkomandi førararættin, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Hesin bilførarin varð tikin í Norðurøkinum, sum tey kalla tað hjá løgregluni. Norðurøkið umfatar Eysturoynna og Norðoyggjar.

Undir kanningunum í nátt varð ein annar bilførari eisini skrásettur fyri at koyra uttan at øll ljósini á bilinum virkaðu.

Seinnapartin í gjár varð ein maður handtikin og skuldsettur fyri herverk. Hann varð sæddur bróta ein rút í Sverrisgøtu í Havn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder