2024-08-28 08:54
Løgreglan hevur ikki havt serliga nógv mál seinasta samdøgrið, men vatktleiðarin á løgreglustøðini í Havn greiðir í morgun frá, at eitt mál var um rúsdrekkakoyring var í høvuðsstaðnum seinnapartin í gjár.
Ein bilførari varð steðgaður umleið klokkan 15 týsdagin og skuldi blása. Nú verður bíðað eftir blóðroyndini - helst fær viðkomandi klipp og bót.
Á bryggjarínum hjá Føroya Bjór í Klaksvík fór brandávaringin brádliga í gongd í gjár. Sløkkilið kom skjótt á staðið, men hetta vísti seg at vera eitt tekniskt mistak í skipanini - eingin vandi á ferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald