Innanlands

Koyrdi ávirkaður í Klaksvík

Bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, og løgreglan hevur illgruna um, at hann eisini var ávirkaður av rúsevnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-12-25 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beint fyri klokkan fimm í morgun fekk løgreglan eina fráboðan frá einum bilførara í Klaksvík, sum segði seg hava verið í einum ferðsluóhappi.

Løgreglan misti síðani sambandið við bilføraran, og tá roynt var at ringja uppaftur, var einki svar. Løgreglan visti nøkunlunda hvar hann var, so løgreglufólk fóru á staðið, har tey komu fram á bilin. Tað vísti seg, at førarin, sum var einsamallur í bilinum, var ávirkaður av rúsdrekka.

Eingin skaði var á bilinum, men sum skilst hevði hann koyrt seg fastan og var síðani sloppin av stað aftur.

Mett varð, at førarin, umframt at vera ávirkaður av rúsdrekka, møguliga eisini var ávirkaður av rúsevnum, og er blóðroynd tikin av honum. Billyklarnir eru í varðveitslu hjá løgregluni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Annars hevur seinasta samdøgrið verið rættiliga friðarligt. Løgreglan hevur sent sjúkrabilar til fólk, sum eru dottin í hálkuni, og í nátt hevur løgreglan eisini kannað ferðsluna í Norðurøkinum. Kannað varð, um bilførarar vóru edrúir, og tað vóru teir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder