2019-11-16 09:58
Stutt fyri klokkan tvey í nátt varð ein bilførari tikin í Eysturoynni fyri at koyra ávirkaður. Eisini vísti tað seg, at viðkomandi einki koyrikort hevði.
Blóðroynd er tikin av føraranum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at førarin í øllum førum kann vænta sær eina bót fyri at koyra uttan at hava koyrikort, og støddin á bótini verður eftir, hvussu ofta viðkomandi hevur gjørt hetta.
Klokkan hálvgum fimm fekk ein maður í Havn eisini bót fyri brot á politiviðtøkurnar fyri at stilla seg at pissa upp av einum politibili.
Annars hevur náttin verið heilt friðarlig, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald