Innanlands

Koyrdi hýruvogn í Havn uttan loyvi

Talan var um ein hýruvogn av bygd, sum var komin til Havnar at koyra, og tað fær førarin allarhelst eina bót fyri, sigur løgreglan

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-12-01 09:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tíðina hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir um hýruvognar, sum koyra í høvuðsstaðnum uttan loyvi, og í nátt varð ein hýruvognsførari so tikin fyri hetta.

Talan var um ein hýruvogn av bygd, sum varð komin til Havnar at koyra, hóast hann ikki hevði loyvi til tað.

Í høvuðsstaðnum krevst nevniliga serligt loyvi fyri at koyra hýruvogn, og eitt slíkt loyvi hevði førarin ikki.

Hýruvognar av bygd hava tó loyvi at koyra av bygd til Havnar og seta fólk av, og eisini kunnu teir koma til Havnar eftir fólki og koyra tey út á bygd.

Førarin fær allarhelst eina bót, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at tey fáa ikki nógv mál av hesum slagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder