2019-10-24 06:55
Ferðsludeildin hjá løgregluni var í gjárkvøldið úti og gjørdi ferðamátingar.
Og í tí eina førinum varð avgerð tikin um at taka koyrikortið frá bilføraranum. Hann varð skrásettur at koyra 114 kilometrar um tíman á einum strekki á landsvegnum norðan fyri Kollafjørð.
Ferðsluløgreglan gjørdi eisini kanningar í Havn. Har varð ein bilførari skrásettur og skuldsettur fyri at koyra gjøgnum vegamót hóast ferðsluljósini lýstu reytt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald