2024-03-18 07:58
Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar í Vágum. Her varð ein bilur máldur til at koyra við eini ferð á 129 kilometrar um tíman á einum strekki har hægst loyvda ferðin er 80 km/t.
Fyri hetta fekk bilførarin eina treytaða frádøming av koyrikortinum umframt eina bót.
Leygarkvøldið og sunnunáttina gjørdi løgreglar kanningar av bilum í Havn. Einir 40 bilar vórðu kannaðir, men onki mál varð skrivað, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald