Innanlands

Koyrdi ov skjótt á Glyvrum

Í nátt hevur løgreglan verið úti og gjørt ferðmátingar í Eysturoynni

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-17 09:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan verið úti og gjørt ferðmátingar í Eysturoynni, og í hesum sambandi varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt á Glyvrum.

Mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman, men hesin bilførarin koyrdi 75 kilometrar um tíman, og tað fekk hann eitt klipp fyri.

Talan var um ein ungan bilførara, sum bert hevði havt koyrikort í eitt ár, og sum hevði fingið eitt klipp frammanundan.

Tá ein hevur havt koyrikortið í styttri enn trý ár, skal minni til, áðrenn ein missir tað, og hesin bilførarin fær koyriforboð og má sostatt upp til nýggja koyriroynd fyri at endurvinna førararættin.

Um somu tíð kom eitt prutl eisini koyrandi framvið við ov nógvari ferð. Prutlførarin koyrdi undan løgregluni, men tað eydnaðist løgregluni at steðga honum.

Tað vísti seg, at prutlið bæði var bygnaðarbroytt, og at førarin koyrdi uttan førararætt. Førarin hevði eisini klistrað fyri nummarplátuna, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Hald varð lagt á prutlið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder