
Tað hevur verið sera hált seinastu tíðina, og klokkan seks í morgun elvdi hálkan til eitt ferðsluóhapp í Funningsfirði.
Talan var um ein bil, sum gleið útav vegnum og endaði á takinum.
Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði var, og at talan var um eitt vanligt hálkuóhapp.
Nakað áðrenn hetta, klokkan hálvgum fimm, varð ein bilførari í høvuðsstaðarøkinum eisini tikin fyri at koyra nógv skjótari, enn hann hevði loyvi til.
Tað var á Glyvurvegi á Argjum, har bilførarar javnan verða tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Mest loyvda ferðin á Glyvurvegi er 50 km/t, men hesin bilførarin koyrdi 74 km/t. Tað gevur eina bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald