Í gjárkvøldið og í nátt hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna bæði í miðstaðarøkinum og í norðurøkinum, og í hesum sambandi vórðu nøkur mál skrivað.
Ein bilførari í Havn fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra ímóti ferðsluni, og í Norðurøkinum vórðu tvey fólk tikin á einum prutli. Tað er ikki loyvt at vera fleiri enn eitt fólk á einum prutli, og tí fekk bæði førarin og tann, sum sat aftanfyri, bót.
Tá løgreglan gjørdi ferðmátingar í Norðoyatunlinum varð ein bilførari tikin fyri at koyra so skjótt, at hann misti koyrikortið.
Talan var um ein bilførara, sum koyrdi 115 kilometrar um tíman, og sum hevði havt koyrikortið í styttri enn trý ár.
Viðkomandi fær bót og koyriforboð, og skal hann sostatt upp til nýggja koyriroynd fyri at endurvinna førararættin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald